Ítróttur

Hava selt 2500 landsliðsblusur

Tá føroyska A-landsliði í hondbólti kvalifiseraði seg til endarunduna í EM kappingini, var talan um einki annað enn eina sensatión. Slík stórhending var ongatíð áður hend í hondbólti og hondbóltsfeburin hevur ongatíð verið størri í Føroyum. Í tí sambandi skuldi ein nýggj spælarablusa gerast, og hesar komu til Føroyar 15. desembur í 2023.

2024-01-09 13:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eins sum áhugin vaks fyri hondbólti, vaks áhugin eisini fyri teimum nýggju landsliðsblusunum. Blusan varð tøk beint undan jólum, tí var talan um eina góða jólagávu til bæði fjepparar og hondbóltsáhugaði. Uppá smáar fýra vikur eru seldar 2500 blusur og væntandi fara fleiri at verða seldar, tá ið leiðin gongur til Berlin at fylgja okkara góðu hondbóltsstjørnum.

Tá fara nevniliga summir av okkara sølumonnum við, at selja blusurnar í somu høll, har upphiting til dystirnar fer at vera. Her vóna vit at blusurnar verða eins væl umtóktar sum í Føroyum, og vóna vit, at onnur enn føroyingar eisini koma at keypa blusurnar. Vit hava nevniliga selt blusur og sent tær víðari til millum annað Danmark og Ísland. Hetta vísur at áhugin fyri føroyski hondbólturin er eisini uttanfyri egin landamørk og hetta skilur man væl, verður sagt frá Sport24 í SMS.

Víðari siga tey frá Sport24 í SMS, sum einasti seljari av føroyska landsliðsblusuni, hava so eisini gjørt okkara, fyri bestu vónandi móttøkuni av blusuni. Við tiltøkum og øðrum hava vit sum best gjørligt, roynt at víst blusurnar framm. Her hava vit koyrt kappingar við einari blusu sum vinning, havt vitjan av landsliðnum í SMS, har møguleiki var fyri at fáa autograf og mynd við leikarunum, og høvdu eisini eina sølubás til venjingardystin ímillum Føroyar og Belgia.

Bílegg landsliðstroyggjuna her.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder