Nótaskip:
Føroysku uppisjóvarskipini hava nú rakt við norðhavssild í íslendskum sjógvi. Skipini hava í eina tíð leitað beint eystanfyri fyri 11 stig 30 vestur. Eftir íslendsku reglugerðini fyri fiskiskapin hjá føroyskum skipum í íslendskum sjógvi, mugu føroysku skipini ikki fara inn um hesa linju. Grundgevingin er, at innanfyri hesa linju, er norðhavssildin blandað við íslandssild. Tí fáa føroysku skipini ikki fatur í sildini, fyrr enn hon byrjar at fara eystureftir, og hon plagar at koma út á hesi leiðini.
Leygarnáttina bar Fagraberg við sild, og er nú á veg til Føroyar at landa. Teir hava 1.800 tons. Tróndur í Gøtu, Jupiter og Gamli Jupiter hava eisini rakt við sild og hava 5-600 tons í part. 8 onnur uppisjóvarskip eru á veg til fiskiskap í íslendskum sjógvi.
Føroyska kvotan av norðhavssild er í ár 113 tús. tons, og tá onnur lond hava fingið burtur av kvotuni í býti við tosk, eru 100 tús. tons eftir hjá uppisjóvarskipunum at fiska. Eftir hagtølunum hjá Vørn eru higartil bara fiskað sløk 5 tús. tons higartil í ár. Í fjør var eisini nógv tað mesta av norðhavssildini fiskað í november og desember, tá veiðan tilsamans var sløk 100 tús. tons.
Á kortinum omanfyri er víst leiðin, sum er stongd fyri føroysku skipunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald