Vinna

Hátíðarhalda 40 ára føðingardag hjá Drátti

.

2024-04-07 13:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Hátíðarhalda 40 ára føðingardag hjá Drátti

Í sambandi at flogbóltsfelagið Dráttur verður 40 ár týsdagin, verður skipað fyri 40 ára veitslu í bygdarhúsinum í Miðvági leygardagin 13. apríl kl. 19. 

Til 40 ára føðingardagshaldið 13.apríl, fara vit eisini aftur í tíð og gera eina roynd at endurskapa minnini av Drátturkappingunum. Tí bjóða vit til 2-3 tímar av PENSJÓNISTAFLOGBÓLTI fyri fyrrverandi leikarum, ið eru 35+ ár, sum minnast hesar kappingarnar. Ikki er neyðugt við heilum liðum pr. felag, tí vit deila liðini upp og blanda kvinnur og menn. 

Tilmelding til veitslu, og kapping fer fram við at rinda 450kr á konto 6460 1539258 og viðmerk navn+kapping. 

Við í kostnaðinum er : 
Kapping og drekkamuður
Veitsla í bygdarhúsinum kl.19 við 3 rætta menu
Dansur við tónleikabólkinum Chill

Við flogbóltskvøðu 
Flogbóltsfelagið Dráttur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder