“Vit fegnast um at bjóða Hans Jákupi vælkomnum til Posta. Hann hevur drúgvar leiðsluroyndir, hevur dirvi og stórt kundafokus. Við fakligu førleikunum, royndunum og persónligu eginleikunum er nevndin sannførd um, at hann er tann rætti at taka við stjórasessinum. Og kósin fyri framman er spennandi,” sigur nevndarformaðurin á Posta, Joen Magnus Rasmussen.
Sjálvur sigur Hans Jákup, at hann gleðir seg til nýggja starvið: “Eg fegnist um at gerast partur av Posta og at fáa møguleikan fyri at virka fyri enn betri flutningi bæði til privat- og vinnukundar. Posta hevur allar dagar havt ein stóran leiklut í føroyska samfelagnum. Eg gleði meg til at fara til verka og at byggja víðari á góða grundarlagnum og at styrkja sambandið til okkara kundar. Samstundis veit eg, at Posta er eitt gott arbeiðspláss við dugnaligum starvsfeløgum,“ sigur Hans Jákup.
Seinastu árini hevur Posta verið í stórari menning, og virksemið er broytt munandi. Meginparturin av virkseminum er í dag fraktflutningur: innanlands, men eisini til- og úr Føroyum. Týdningarmiklastu uppgávurnar hjá nýggja stjóranum verða at styrkja raksturin, menna felagið og vaksa um virksemið.
Síðani Joel undir Leitinum fór úr starvi í summar, hevur Jógvan Joensen, fíggjarleiðari, verið virkandi stjóri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald