Vinna

Grant byggir út í Miðvági

Í 2019 fekk H-Dygd nýggjar eigarar og legði saman við Aluplast til navni Grant.

2022-01-27 20:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í fjør summar var Jarnhold Nattestad settur, sum stjóri í felagnum, og hevur tað verið arbeitt við at samlað virksemi hjá felagnum fyri at gera raksturin meira skinsaman, raksturin hevur verið tungur seinastu árini.

Mánadagin var fyrsta flagið loyst, og er arbeiði byrjað uppá at byggja framleiðsluna í Miðvági út. Deildin á Rituvíkhálsi er lukkað niður, og skal aluminum arbeiði framyvir eisini gerðast í Miðvági. Gólvvíddin hjá Grant í Miðvági økist við umleið 500 fermetrum.

[object Object]

Framleiðsluøki verður størri oman ímóti bygdini.

Hava tillagað raksturin

Grant hevur tillagað raksturin hjá felagnum, umframt at hava niðurlagt virksemi á Rituvíkarhálsi og fer at samlað tað í Miðvági, so hevur felagið eisini niðurlagt deildini, sum tók sær at montera vindeygu og hurðar.

Starvsfólkahópurin er farin frá 55 ársverkum niður í 35 ársverk.

Jarnhold Nattestad, stjóri sigur, at Grant kemur út við einum undirskotið fyri 2021, men hesir seinastu mánaðirnir hava víst, at tær broytingarnar ið eru gjørdar hava verið góðar fyri raksturin hjá felagnum.

Tað hoyrdist millum fólk í fjør, at Grant ætlaði at steðga virkseminum í Vágum, og flyta av oynni. Jarnhold vísir á, at tað eru ongar ætlarnir um tað longur.

[object Object]

Útbygt verður eisini norð ímóti FK, og skal tað høli brúkast til lidnar vørur so tað er klárt at koyra út til kundarnar.

Standa seg væl í kappingini

Grant er ein av nógvum veitarum til vindeygu og hurðar í Føroyum. Sambært Jarnholdi eru tað fimm “stór” merkir á føroyska marknaðinum, og stendur Grant seg væl í kappingini.

Fingið nýggja vøru á marknaðin

Í seinastu viku kom Grant á marknađin viđ rustfríđum, sýruføstum hongslum til síđuhongdu vindeyguni, og er Grant einasti veitari av hesum á føroyska markađinum

[object Object]

Mynd: Teima ráðgeving

Torført at finna starvsfólk

Vit hava fleiri ferðir seinastu árini hoyrt at tað er torført at finna starvsfólk til ymiskar vinnur, og hjá Grant er einki undantak.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder