2022-01-26 17:09
Gleðiligt er altíð at síggja tá fólk velja at seta búgv í kommununi, ikki minst, tá nýggj sethús eisini verða bygd.
Í løtuni verða 4 sethús bygd og eisini er verulig gongd komin á at byggja nýggju íbúðirnar á Heiðatrøðini, ið Bústaðir letur byggja og sum MTV-Byggivirki stendur fyri.
Í løtuni verða hús bygd í Trongisvági, Tvøroyri og í Froðba. Seinastu 2-3 árini eru fleiri hús bygd í kommununi og er tað hugaligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald