Ítróttur

Góður endi upp á eitt gott fótbóltsár

Petur Knudsen skoraði einsamalla málið, tá manslandsliðið týsdagin vann 1-0 í venjingardysti ímóti Kasakstan, og harvið setti punktum fyri landsliðsárinum 2025 við einum flottum sigri

Árni Frederiksberg og Petur Knudsen fegnast um tað, ið skuldi vísa seg at gerast sigursmálið ímóti Kasakstan - Mynd: Hans Erik Danielsen

Árni Frederiksberg og Petur Knudsen fegnast um tað, ið skuldi vísa seg at gerast sigursmálið ímóti Kasakstan - Mynd: Hans Erik Danielsen

2025-11-19 07:51 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Klokkan gott trý korter til sjey týskvøldið var síðsta punktum sett fyri landsliðsárinum 2025 hjá A-landsliðnum við monnum. Og sum úrslitini hava háttað seg, so fer hetta árið í søgubøkurnar sum tað besta nakrantíð.

Árið endaði við venjingardysti móti Kasakstan, sum varð spældur á Aldo Drosina Stadion í Pula í Kroatia. Úrslitið gjørdist ein góður 1-0 sigur til Føroyar, við máli sum Petur Knudsen skoraði tá ein lítil hálvur tími var spældur.

Talan var um ein javnan dyst – tó við lítlari yvirvág til føroyska liðið, tí Føroyar vóru nærri við at økja um leiðsluna, enn kasakar vóru at javna.

Eyðun Klakstein og hansara menn hava vunnið helmingin av dystunum í hesum árinum, og í undankappingini til HM 2026 endaðu Føroyar nummar trý í bólkinum við 12 stigum – beint aftanfyri Kroatia og Kekkia, men væl frammanfyri Montenegro og Gibraltar.

Næst á skránni hjá manslandsliðnum er lutakastið til UEFA Nations League 2026/2027, sum verður 12. februar, og í seinnu hálvu av mars skulu Føroyar spæla tveir venjingardystir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder