HSF: Føroyar spældu ein frálíkan fyrra hálvleik, fult upp við Noreg. Pauli Mittún stýrdi væl og skilagott í føroyska álopinum, saman við Vilhelm Poulsen og Róa á Skipagøtu á bakkunum. Spælið var tolið og funnu okkara góðar loysnir so hvørt. Einstakir brendir kjansir og onkur villa gjørdi at Noreg var við, og fylgdust liðini so at siga allan hálvleikin og skiftust um at hava leiðsluna. Føroyska verjan stóð fyri tað mest væl og hevði Pauli Jacobsen eisini 7 góðar bjargingar í føroyska málinum í fyrra hálvleiki. Noreg var frammanfyri 16-15 í hálvleikinum, eftir at Føroyar høvdu verið á odda 15-13, stutt fyri steðgin.
Tað hepnaðist minni væl í seinna hálvleiki hjá Føroyum. Verjan stríddist serliga við at fáa fatur á kvika Tobias Grøndahl, sum setti spælið upp fyri Noreg og skapti yvirtal ferð eftir ferð. Okkara royndu seg við 5-1 verju, men var lítil bati. Rói á Skipagøtu var størsta hóttanin í føroyska álopinum, og hevði hann fleiri góð mál uppá langskot, men sum heild stríddust okkara tað mesta av seinna hálvleiki við at finna loysnir. Venjararnir skiftu nógv út og fingu flest allar leikararnar í spæl, men gjørdist spælið samstundis eitt sindur leitandi. Noreg dróg frá sum hálvleikurin leið og vunnu at enda enda ein tryggan 34-26 sigur.
Eftir dystin var Rói á Skipagøtu kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Hann var eisini føroyskur toppskjútti og var saman við Paula Mittún mest eyðsýndi leikarin í føroyska álopsspælinum.
Føroyar spæla aftur í morgin kl. 13.00. Tá verður mótstøðan ferfaldu heimsmeistararnir úr Danmark. Kringvarpið vísir dystin og verður dysturin eisini vístur á stórskermi Við Tjarnir.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Rói Ellefsen á Skipagøtu 5
Hákun West av Teigum 5 (3)
Pauli Mittún 4
Vilhelm Poulsen 4
Allan Norðberg 2
Teis Horn Rasmussen 2
Rói Berg Hansen 1
Pauli Høj 1
Helgi Hildarson Hoydal 1
Kjartan Johansen 1
Málverjar:
Pauli Jacobsen 35 min, 7 bjargingar
Aleksandar Lacok 25 min, 4 bjargingar
Dystargongdin Noreg – Føroyar:
5 min. 2-3
10 min. 6-5
15 min. 7-6
20 min. 10-10
25 min. 12-12
30 min. 16-15
35 min. 19-16
40 min. 23-17
45 min. 25-19
50 min. 27-21
55 min. 31-23
60 min. 34-26
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald