Vinna

Gadus siglir heim av fyrsta túri

Flakatrolarin Gadus er farin at sigla heim av fyrsta túri, teir hava 430 tons av flaki, Gadus byrjaði túrin 28 oktober.

2024-01-19 10:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Gadus hevði onkrar byrjurnartrupulleikar í byrjanini, men annars hevur hann roynst væl.

Teir hava roynt bæði í norskum og russiskum sjógvi, tað seinastu tíðina hava teir roynt í norskum sjógvi.

Væntandi verða teir heima fyrst í komandi viku.

Teir landa veiðuna til NFCS í Klaksvík.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder