Tjóðsavnið sóknast eftir tveimum fyristøðufólkum til Koltur at byrja 1. juni ella skjótast tilber. Talan er um tvey fulltíðarstørv, har annað starvsfólkið fær ein samskipandi leiklut. Í høvuðsheitum skulu fólkini skiftast um at vera á oynni, men av og á arbeiða tey saman úti í Koltri.
Arbeitt verður fulla tíð og er arbeiðstíðin býtt út á 32 vikur um árið, har arbeitt verður í Koltri. Arbeiðstímarnir verða spjaddir út yvir alla vikuna, eisini sunnu- og halgidagar. Tá starvsfólkið er í Koltri, skal viðkomandi vera tøk/ur alt samdøgrið.
Tá arbeitt verður í Koltri, skulu settu halda til úti í Koltri. Hildið verður til í húsi við felags uppihaldsrúmi, baðirúmi v.m. til øll starvsfólk, ið arbeiða vegna Tjóðsavnið í Koltri. Í hesum húsum hava fyristøðufólkini atgongd til egið kamar.
Størvini verða lønt eftir lønartalvuni hjá tænastumonnum, tó uttan at vera tænastumannastarv. Grundlønin er á stigi 29, umframt 6% í reiðiviðbót og 7,5% í samskipanarviðbót til annað starvsfólkið. Eftirløn á 15% verður goldin av grundløn og viðbótum.
Uppgávurnar sum fyristøðufólk eru m.a. at taka sær av samskipan, miðling, dagligari umsjón og viðlíkahaldi í sambandi við antikvarisku serskipanina í Koltri, sum Tjóðsavnið fyriskipar. Uppgávurnar eru serliga at:
· Hava umsjón við ognum landsins í Koltri, herundir viðlíkahald og daglig røkt av húsum, bøi, haga og mentanarlandslagi
- Skipa fyri, at Koltur støðugt er mannað m.a. í samstarvi við sjálvboðnum
- Taka ímóti ferðafólki og vitjandi og miðla mentanar- og náttúruarvin í Koltri
- Luttaka í savnsvirkseminum Tjóðsavnsins í Koltri
- Samskipa virksemið í oynni, harímillum eisini møguligt ferðavinnuvirksemi
- Ansa húsdjórunum, fletta ella skipa fyri fletting
- Hjálpa savnsvørðum og granskarum Tjóðsavnsins við ymsum uppgávum
- Menna skipanir fyri oynna m.a. mannagongdir fyri sóttreinsan, skilhaldsreglur
- Reingerð av húsum Tjóðsavnsins
Samskipari skal harumframt:
- Samskipa vaktarætlanina
- Góðkenna rokningar
- Skipa dagliga raksturin
Settu skulu megna at arbeiða sjálvstøðugt og sjálvi leggja arbeiðið til rættis og raðfesta uppgávurnar á skynsaman hátt.
Vit vænta, at tit:
- Hava hug og hegni til at arbeiða við praktiskum viðlíkahaldsarbeiði við húsum, bøi og haga
- Megna at arbeiða við kríatúrum
- Tíma og duga at tosa við og taka ímóti vitjandi úr Føroyum og útlondum
- Kunnu orða tykkum á føroyskum, skandinaviskum og enskum
- Eru forvirkin og sjálvi taka stig til at loysa uppgávur
- Eru opin fyri broytingum, støðugari menning og eftirútbúgving
Eitt øðrvísi og spennandi starv, har tú sjálv/ur skalt leggja arbeiðið til rættis, og har tú kemur tætt uppat náttúruni og mentanarlandslagnum. Saman við granskarum og øðrum áhugaðum fært tú møguleikan at arbeiða við føroyskari náttúru- og mentanarsøgu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald