Mentan

Fyrilestur í Sandavágs kirkju

Ísrael, Palestina og Gaza: Ein søga um eitt stríð

2024-03-11 18:51 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Týskvøldið 12. mars kl 19.30 verður áhugaverdur fyrilestur í Sandavágs kirkju.

Tá fer Heini í Skorini, lektara í altjóða politikki á Fróðskaparsetri Føroya, at viðgera hesar spurningar:

Hvør er bakgrundin fyri áleikandi krígnum í Ísrael og Gaza? Og hvørjar eru søguligu orsøkirnar til áhaldandi stríðið í Palestina og Ísrael?

Heini fer fyrst og fremst at viðgera søguliga upprunan til áhaldandi stríðið í Palestina og Ísrael. Eitt stríð, sum í nýggjari tíð kyknaði fyri góðum 100 árum síðani, tá evropeiskir jødar flýddu til Palestina undan vaksandi forfylging í Evropa.

Men evropeisku jødarnir komu til eitt land, har annað fólk eisini búleikaðist.

Hvat er hent hesi seinastu 100 árini? Hvørjar hava royndirnar verið at skapa frið? Og hví hava stríðandi partarnir ikki fingið frið í lag?


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder