Ítróttur

Fylgið við beinleiðis á FSF appini

Við appini “FSF fótbóltur” hava øll fótbóltsáhugaði nú lætta atgongd til kunning og dagføring um dystir og kappingar. Og sum nakað nýtt, verður nú beinleiðis dagføring frá øllum dystum í Betrideildini hjá kvinnum og monnum, og í 1. deild hjá monnum

2024-03-09 14:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Síðan 2017 hevur Fótbóltssamband Føroya brúkt skrásetingarskipanina Comet til skráseting og stýring av øllum dystarvirkseminum í føroyskum fótbólti. Talan hevur verið – og er framvegis – um eina umfatandi tilgongd at talgilda og skipa kappingarvirksemið.

Og sum nakað nýtt, verður nú møguleiki at fylgja við beinleiðis á appini, tá dystir í Betrideildini og í 1. deild hjá monnum, og í Betrideildini hjá kvinnum eru á skránni.

Byrjað verður í morgin, leygardagin 9. mars, tá fýra dystir í 1. deild hjá monnum, umframt dysturin í Betrideildini millum 07 Vestur og Víking verða spældir.

Annars verða allar kappingar frá U7 og heilt upp í vaksnamannadeildirnar lagdar í skipanina, so har ber altíð til at síggja leikskráir, umframt leikstað og klokkutíðir, tá hesi eru ásett. Har arbeiðir FSF eisini út frá regluni um, at kunningin á Comet altíð er tann, ið er galdandi.

Við appini fært tú atgongd til eitt nú leikskráir, stigatalvur og dómaraseðlar. Sostatt kanst tú fylgja gongdini í teimum kappingunum, sum hava tín áhuga. Hetta kemur serliga væl við, tá hugsað verður um barna- og ungdómskappingar, sum hava stóran áhuga millum foreldur og avvarðandi annars.

Hjá foreldrum og øðrum avvarðandi er tað ofta mest viðkomandi at halda seg kunnaði um nakrar ávísar deildir ella ávísum liðum. Í appini kanst tú velja hesi sum tínar favorittar við at trýsta á stjørnuna ovast í høgra horni, og so fært tú boð á snildfonini, so hvørt sum dagføringar koma í skipanina. Tað ber eisini til at fylgja ávísum spælarum, eitt nú ungum spælarum, sum spæla í fleiri ymiskum deildum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder