Forsíðusøgan er 800 ára gomul, men hon er merkisverd. Jon Sigurð Hansen skrivar um
eitt gloymt undur í Magnusarkirkjuni í Kirkjubø. Ein serstøk hending, endurgivin í eini
íslendskari miðaldarkeldu, kann vera við til at styrkja ábendingina um, at Magnusarkirkjan
hevur verið í brúki seinast í 1200-talinum. Tað er somuleiðis heldur ikki óhugsandi, at
henda serstaka hending hevur verið kend á mannamunni í Føroyum. Til greinina hava vit
fingið AI at endurgeva frásøgdu hendingarnar í myndum.
Margretha Nónklett skrivar um Petru Djurhuus og hennara arbeiði við fuglafrøði. Greinin
snýr seg mest um djórakonservering og at fáa til vega eitt fugla- og djórasavn í Føroyum.
Jens-Kjeld Jensen hevur eina grein um fjaðurleggjarmottu, sum er nýggj fyri heimin,
umframt, at hon eisini hoyrir til eina nýgga ætt. Mottan er uppkallað eftir Jens-Kjeld
Jensen, og fekk heitið Sulisyringophilus jenskjeldi.
Sissal Vágsheyg Erenbjerg fevnir víða í eini grein um veðurlagsbroytingar. Hon fer langt
aftur í tíð og útgreinar úrslit av ískjarnaboringum, ið vísa, hvussu luftin var fyri 800.000
árum síðani. Sambært vísindafólkum er eingin ivi um, at mannagjørdar
veðurlagsbroytingar eru øðrvísi enn tær natúrligu broytingarnar.
Jákup Reinert Hansen hugleiðir um nakað samsvar er við Bíbliunnar boðskap og
kirkjunnar læru, um at kvinnur kunnu vera prestar. Longu um trúbótarmundið vóru hesir
spurningar settir av kendum lutherskum gudfrøðingum, og svarið var eitt greitt ja.
Zvonko Mrdalo hevur í vinnuligum og búskaparligum høpi eina viðkomandi greining av
fíggjarliga týdninginum at ala stór smolt og at taka stóran laks. Fíggjarligu mátini tykjast at
vera játtandi, men vísa seg eisini at vera tætt knýtt at batum í fiskalívfrøðiligum
viðurskiftum.
Jógvan Hansen heldur, at ymiskar jarðfrøðiligar greiningar av føroyskum basaltiskum
syllum kunnu benda á, at tað er samband millum undirgrundina undir teimum føroysku
basaltisku fláunum og upprunatilfar á Rockallháslættanum.
Í ár eru liðin 150 ár síðan A.C. Evensen varð føddur. Hann skapti tær fyrstu føroysku
lesibøkurnar. Turið Sigurðardóttir skrivar í grein um A.C. Evensen, at hann virkaði á at
kalla øllum økjum, ið nerta við mentan - veri tað mál, trúgv, søgu ella politikk.
Agnes-Katharina Kreiling og Leivur Janus Hansen skriva um svartaklukkur, millum annað
bláu svartaklukkuna. Henda svartaklukkan er størsta skordýrið í Føroyum, men er
samstundis tað mest eyðkenda slagið av svartaklukkum í landinum.
Halla Weihe Reinert, Katrin Hoydal og Sjúrður Hammer skriva um dálking í umhvørvinum í
Føroyum. Greinin lýsir eitt nú, hvussu dálkingin í fiski, fugli og hvali er broytt síðstu 20-30
árini.
Mentan
Frøði hesa ferð
.
2024-12-09 12:08
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald