Vinna

Friðingar áveg við ongum skili

Enn fyriliggja ongar vísindarligar frágreiðingar hjá Havstovuni, hvørja ávirkan friðingar og avmarkingar undir Føroyum hava ímun til vistskipanina og økir annars. Tað átti at veri ein grundleggjandi fyritreyt fyri at stongja økir, at man visti hvørja ávirkan tað fór at hava.

2024-01-09 19:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit hava tíverri alt ov nógv dømir, hvar endamáli als ikki stendur mát við tann virkna man ynskir.

Niðanfyri er víst ein mynd av einum reyðum øki sum bleiv stongt í 2003, tí man frá landsins síðu ynskti at veiða minni við troli í umráðnum. Tá reyða øki bleiv stongd á sumri 2003 fyri trolbátunum, var fiskaríði har serstakliga gott til flatfisk og stóran tosk. 10 ár seinni, á sumri 2013, bleiv sama øki opna aftur. Tá trolbátanir byrjaðu at fiska var ikki livandi at fáa, hvørki av flatfiski ella stórum toski, og bátanir kundu skjótt staðfesta at royndin at friða øki var fullkomuliga misseydna. Og framvegis tann dag í dag fáast hvørki flatfiskur ella toskur í rakstrarverdum nøgdum í økinum. Hendan friðingar-royndin, saman við fleiri líknandi, staðfesta at tað er umráðandi at vita hvat hendir við samlaðu vistfrøðiskipanini tá man friðar økir, og at man tískil skal vera sera varin við hesum tá man ikki kennir avleiðingarnar.

Friðing av øki D, sí mynd:

Av reinum gáloysni ella fávitsku, ætlar Havstovan/landstýrismaðurin at skerja havtasku fiskaríði hjá trolbátunum. Um hetta er tilætla ella ikki, veit ongin teirra at siga okkum. Tann friðingin sum man ætlar at fremja ímun til gula øki D (sí mynd), ger tað sera trupult at fiska havtasku hjá trolbátunum. Orsøkin er at man førur eina beina linju eftir breidd 61.40N, sum er við til at skera havtaskuøki í helvt (reyða umráði). Hetta gevur onga sum helst meining, tí okkum vitandi gýtur ongin toskur á 365m. Hetta er enn eitt dømi um hvussu skeivt átøkini raka, tá man fyrilitaleyst ger so sterk inntriv í eitt annars frammanundan skipa fiskaríð.

Felagið trolbátar (4t)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder