2023-11-07 08:15
Um vikuskiftið eru fleiri føroyskt skip farin á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, og fleiri eru eisini ávegis á sildaveiðu.
Gøtunes og Finnur Fríði vóru annars í íslendskum sjógvi í síðstu viku, men tá fingu skipini einki.
Í løtuni eru Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu, Katrin Jóhanna, Jupiter og Gamli Jupiter á feltinum. Tað sær út til at Fagraberg er á veg heim av feltinum.
Norðborg, Christian í Grótinum, Vestmenningur og Gøtunes hava øll sett kós ímóti íslendskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald