Ítróttur

Føroysku landsliðsleikararnir stóðu seg væl í Aarhus

Farna vikuskiftið hava 8 leikarar á føroyska badmintonlandsliðnum luttikið í kapping í Århus.

2024-01-22 21:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Støðið á kappingini var høgt og stóðu føroysku leikararnir seg væl. Tey fingu fleiri góðar og tættar dystir. Heilt vist eitt gott vikuskifti fyri føroysku badmintonleikararnar.

Serliga væl gekk tað hjá Bjarnhild í Buð Justinussen. Hon var í hálvfinaluni í øllum greinum.

Í tvímansleiki spældi hon saman við Ranju Joensen - tær spældu eina sera spennandi hálvfinalu. Sum tær taptu 2-1.

Eisini í hálvfinaluni í blandaðum tvímansleiki, sum Bjarnhild spældi saman við Magnusi Dal-Christiansen, var ein tættur trýsettari, sum tey tíverri eisini taptu 2-1.

Í hálvfinaluni í einmansleiki gjørdi Bjarnhild bart og vann hana 2-0, og finaluplássið var tryggjað. Bjarnhild kempaði væl, men tryggjaði Føroyum silvurheiðursmerki. Eitt sera flott vikuskiftið fyri ungu klaksvíksdamuna.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder