Ítróttur

Føroyskir leikarar vunnu gull, silvur og bronsu í Danmark

Farna vikuskiftið vóru fleiri landsliðsleikarar í badminton til kapping í Danmark, har tey luttóku Meistararekkjuni og A rekkjuni.

2025-04-15 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leikararnir luttóku í bæði einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki, har tey spældu sera nógvar dystir, og kláraðu seg væl.

Í meistararekkjuni vann føroyskt badminton hesi heiðursmerkini:

Magnus Dal-Christiansen og Sanna Thorkildshøj gull í blandaðum tvímansleiki

Sanna og Mia Thorkildshøj vunnu bronsu í tvímansleiki

Í A rekkjuni vunnu Magnus Dal-Christiansen og Rúni Øster silvur í tvímansleiki.

Fyrireikingarnar til oyggjaleikirnar á Orkney í juli eru nú av álvara farnir í gongd. Komandi dagarnar er venjingarlega fyri badminton landsliðsleikarunum í badmintonhøllini í Havn.

Annan páskadag byrja innleiðandi dystirnir til Kontrast FM.

Finalurnar í badminton verða spældar í Høllini á Hálsi 26. apríl.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder