Vinna

Føroyski útróðrarflotin er gamal

Hagtøl hjá Sjóvinnustýrinum vísa, at føroyski útróðrarflotin er gamal og verður als ikki endurnýggjaður. Tað eru í dag 60 útróðrarbátar, sum dríva vinnuligan fiskiskap, og av hesum eru heili 62% eldri enn 30 ár.

Savnsmynd

Savnsmynd

2024-08-29 07:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Á myndini sæst, at einans 5 nýbygningar eru komnir í útróðrarflotan seinastu 20 árini.

Størsti parturin av flotanum er millum 31 og 40 ár.

Tað er krav til øll før, ið ætla at fáast við vinnuligan fiskiskap, at hava siglingarloyvi frá Sjóvinnustýrinum. Fyri at fáa siglingarloyvi krevst eitt sýn, sum tryggjar, at farið er í góðum standi samsvarandi krøvunum í Fráboðan F.

Men tað eru ikki øll vinnufør, ið verða sýnaði. Tá eitt frítíðarfar hevur fiskað fyri meira enn 200.000 kr., verður tað vinnuligt. Tá fara hesi ofta beinleiðis í bólk 5A uttan at biðja Sjóvinnustýrið um sýn. Hetta ger trygdina á sjónum verri, og vit síggja ofta, at bátar hava tørv á at verða sleipaðir til lands og annað.

Sjóvinnustýrið fer at seta fokus á økið og gera broytingar, soleiðis at trygdin í útróðrarflotanum verður betrað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder