Vinna

Føroyski prísvøksturin nakað minni enn í Danmark og ES

Ógvusligi vøksturin í gass- og elprísunum hava størri ávirkan á gerandisdagin á evropeiska meginlandinum enn í Føroyum

2022-08-22 14:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Vøksturin í føroyska brúkaraprístalinum var 7,3% í øðrum ársfjórðingi í ár, samanborið við sama ársfjórðing í fjør. Prísvøksturin hevur bara einaferð verið størri seinastu 20 árini, og tað var triðja ársfjórðing 2008, tá árligi vøksturin í brúkaraprísunum var 7,9%, sí myndina niðanfyri.


Talva: Føroyska brúkaraprístalið býtt á ársfjórðingar, 2002-2022



Kelda: Hagstova Føroya.


Vøksturin í føroyska brúkaraprístalinum er sostatt nakað minni enn vøksturin í Danmark og í ES-londunum annars. Sambært Danmarks Statistik var danska inflasjónin 9,1% í juni í ár í mun til sama mánað í fjør. Í sama tíðarskeiði var inflasjónin í teimum 27 ES-londunum (uttan Stóra­bret­land) 9,6%.


Størsta orsøkin til at vøksturin í brúkararprístalinum er minni í Føroyum enn í Danmark og hinum ES-londunum er helst ógvusligi vøksturin í gass- og elprísunum á evropeiska megin­landi­num hesar seinastu mánaðirnar. Hetta hevur havt væl størri ávirkan á gerandisdagin í Danmark og ES enn í Føroyum. Føroysk húsarhald brúka so at siga ikki gass, og elprísirnir frá SEV hava verið óbroyttir í longri tíð.


Høvuðsorsøkin til vøksturin í føroyska brúkaraprístalinum er prísvøkstur á brennievni til at hita býli og brennievni til akfør. Hesaferð hevur tað tó eisini verið stórur prísvøkstur í øðrum vørubólkum, t.d. “Hotel og matveitarar”, “Samskifti” umframt “Klædnavørur og fótbúnaður”. Annars plagar gongdin í føroysku inflasjónini at fylgja inflasjónini í Danmark og ES, tí megin­parturin av føroysku gerandisvørunum koma úr Danmark og ES.


Samanberingar av uppgerðunum av føroyska prístalinum, við uppgerðir av prístalinum í øðrum londum, skulu gerast við fyrivarni, m.a. tí at tølini í Danmark og restina av ES verða gjørt upp mánaðarliga, meðan tølini í Føroyum verða gjørd upp kvartalsliga.


Hóast miðbankarnir í USA, ES og øðrum londum, longu í fleiri umførum, hava hækkað leiðandi renturnar og fleiri rentuhækkingar eru væntandi fyri at fáa tamarhald á skjótt vaksandi inflasjónini, so metir IMF, at tað verður ikki fyrr enn í 2023, at strammi pengapolitikkurin hjá miðbankunum veruliga fer at sláa ígjøgnum við lægri eftirspurningi og lægri prísvøkstri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder