Ítróttur

Føroyar vunnu 35-33 á Slovenia

FANTASTISKT! Føroyar vunnu HM-fjórðingsfinaluna móti Slovenia, 35-33, har Føroyar vóru serstakliga vælleikandi í fyrra hálvleiki. Tað gjørdist spennandi seinastu løtuna, men megnaðu okkara at koyra tað heim. Føroyar møta Portugal í hálvfinaluni í morgin.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2025-06-26 22:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Bæði liðini byrjaðu varliga og vildu líkasum síggja hvørt annað ann. Leikferðin var nakað lægri enn í fleiri av undanfarnu dystunum, men var føroyska spælið væl gjøgnumhugsað. Skoringsprosentið hjá Føroyum var heili 83% í fyrra hálvleiki. Verjan stóð væl saman við einum sera vælspælandi Sasha Lacok í málinum, sum stóð við 42% í fyrra hálvleiki. Heldur nógvar ónollur vóru í dystinum, serliga frá Slovenia, og fullu nógvar útvísingar. Liðini fyldust fyrstu 15 minuttirnar, men vóru tað hereftir okkara, sum høvdu yvirtakið og øktu spakiliga til 19-13, sum var hálvleiksstøðan. Ein framúr hálvleikur av Føroyum.

Føroyingar mistu tíverri takið á dystinum fyrstu 10 minuttirnar av seinna hálvleiki. Verjan stóð ikki eins væl, og mistøk og brendir møguleikar kostaðu. Enn fullu nógvar útvísingar í báðum endum, men vóru tað slovenar, sum minkaðu um munin niður í trý. Teir fóru at mansverja Óla Mittún, men dugdu serliga Høgni Heinason og Trúgvi Hávardsson at gera sær dælt av hesum saman við Niklas Gaard, sum fekk nógv pláss á høgra vongi og var tryggur. Hóast bjargingarprosentið hjá Sasha fall eitt sindur, so var hann við til at halda Føroyum inni í dystinum seinastu løtuni við týdningamiklum bjargingum. Ísak Vedelsbøl stríddist øgiligt í báðum endum og gjørdi heili 10 mál, harav 5 uppá brotskøst. Slovenar megnaðu at minka niður í tvey mál, men kláraðu okkara at halda leiðsluna heim. Føroyar vunnu 35-33 og skulu nú spæla um HM-medaljur.

Eftir dystin var føroyski málverjin, Aleksandar “Sasha”Lacok, kosin besti leikari í dystinum. Hann stóð ein frálíkan dystin og slovenar fingu einki forerandi.

Føroyar eru komnar í U21 HM-hálvfinaluna og skulu møta Portugal í morgin, fríggjadagin kl. 20.00, í Sosnowiec, har teir leiktu í dag.

Dystargongdin Slovenia – Føroyar:
5 min. 2-2
10 min. 4-5
15 min. 8-8
20 min. 10-11
25 min. 11-14
30 min. 19-13
35 min. 17-21
40 min. 20-23
45 min. 22-26
50 min. 26-31
55 min. 29-33
60 min. 33-35

Málskjúttar hjá Føroyum:
Ísak Vedelsbøl 10 (5)
Óli Mittún 6
Niklas Gaard 5
Høgni Heinason 4
Høgni Højsted 3
Trúgvi Hávardsson 3
Rókur Ziskason 2
Sofus í Selvindi Nattestad 2

Málverjar:
Sasha Lacok 33%

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder