2025-06-09 12:40

FBF: Føroyska kvinnulandsliði í flogbólti fekk frálíka byrjan upp á dystin og legði seg á odda 3-0 og 6-4 og helt stand til 12-12, tá alt skramblaði saman, og Føroyar bara vunnu eitt stig afturat og taptu settið 25-13.
Trupla gongdin helt á í øðrum setti, har Eysturríki legði seg á odda 10-1, áðrenn settið varð vunnið 25-9.
Í triðja setti komu Føroyar fyri seg aftur, og støðan gjørdist 6-6, áðrenn Eysturríki sleit seg leyst og legði seg á odda 10-6. Føroyar svaraðu tó aftur og bardu seg upp á 11-12 og 15-16, áðrenn Føroyar javnaðu til 20-20 og aftur til 22-22. Eftir at føroyska smassjið brast í netið, fekk Eysturríki dystarbólt, og hann var gagnnýttur til fulnar við dundursmassji, so Eysturríki vann settið 25-22 og dystin 3-0.
Anja Danielsen var aftur í gjár toppskorari hjá Føroyum við átta stigum. Í gjár fingu vit einast tvey stig í blokkinum, og teir báðar átti Sharon Holm Haynes.
Næsta vikuskifti spæla Føroyar í triðja og seinasta umfarinum í Luksemborg, har mótstøðuliðini eru Luksemborg og Ísland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald