Vinna

Føroyar liggja væl fyri í Atlantshavi

Hvørjar eru politisku visjónirnar hjá okkara løgtingi og landsstýri?

2024-01-24 13:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

FAO, alheims heilsustovnurin hjá ST meinar, at maturin til stóra fólkavøksturin í heiminum, má koma frá havsins tilfeingi, sum eisini fevnir um aling av øllum handa slagi.


Er tí ikki uppá tíðina, at landsstýrisfólk og løgtingsfólk fara at vísa áhuga fyri hesum veruleika og møguleika, og byrja at raðfesta til henda sama veruleika.


Føroyar sum land liggja sera væl fyri, mitt úti í Atlantshavi, umgirt av havsins ríkidømi, bæði fiskur og aðrir úrdráttir úr havinum, sum kunnu umgerast til nógv sløg av mati til heimin. Ein skuldi tí hildi, at okkara landsstýrið gekk odda í tí grundleggjandi vísindaliga royndararbeiðinum hesum viðvíkjandi.


Føroyingar eru eftir hondini komnir har til, at okkara stóra og bjarta framtíð liggur í okkara egna havi, í bæði fiskiskapi og aling av fiskasløgum, sum liva og trívast í okkara stóra ríka havøki.


Fiskiskapurin og framleiðslan av fiskaðu veiðini er í framgongd, men marknaðurin fyri fríhandil er ikki komin á mál enn, men kemur tað vónandi um ikki ov langa tíð, hoyrist frá landsstýrinum. Har er ljós fyri stavn skilst.


Royndarstøðirnar stóran týdning

Í løtuni sær tíverri út til at ganga øvugta vegin á øðrum vinnuøkjum, núverandi landsstýrið sleppur sær av við royndarstøðir. Royndarstøðir vórðu settar í verðina fyri at finna útav og vísa veg og møguleikar fyri tí nýggja.


Landið hevði tvær royndarstøðir. Tann eina var feskvatnsstøðin við Áir, sum mest var ætlað til laks og síl og aðrar feskvatnsfiskar. Hin er sjóroyndarstøðin í Nesvík, sum kundi taka sær av “salvatnsfiskunum”, t.e. toski, kalva, skel, tara, tralsirals - bara fyri at nevna nøkur.


So heldur enn at sleppa sær av við royndarstøðirnar, hevur málsetningurin verið at stíla so fyri, at føroyingar vunnu sær innlit og vísdóm í tað, sum framtíðin hevur av avbjóðingum og møguleikum.


Hvussu sær út við alingini, eru tað mong, sum spyrja. Er landsstýrið bara steðga við royndararbeiðinum, í og við, at laksaaling er komin og so er ikki neyðugt meira at brúka støðirnar - við Áir ella støðina í Nesvík. Tað sær ikki mætari út fyri okkum uttanfyri standandi.


P/f Fiskaaling, sum er juridski eigarin fyri landsstýrið, leigar og selur jú støðirnar. Felagið Fiskaaling skiftir navn til Firum (við slogan: Vitan til varandi aling) og boðar frá, at gransking teirra er broytt til bókliga gransking, lúsateljing og at hava eftirlit við støðuni á ymsu firðunum. Alt gott um tað at servisera verandi laksaaling.


Hvar eru politisku visjónirnar?

Men, hvar eru allar politisku visjónirnar blivnar av, sum fyrr vóru um aling av øðrum fiskasløgum, t.e. toskayngli, kalva, stóru jákupskelini, tara, tralsirals - bara fyri at nevna nøkur úr rúgvuni.


Lokalu toskastovnarnir, sum vit hava, t.e. ein serligan á Føroyabanka og ein annan á sjálvum Landgrunninum, báðir støðufastir, eru álvarsliga hóttir stovnar, fáa vit at vita.


Sagt verður, at gýtingastovnurin á øllum Føroyaøkinum er nú so lítil sum ongantíð fyrr, einans 8/9.000 tons, ella tað, sum rúmast í 10 aliringum.


Hvar eru visiónirnar um klekistøðirnar í samband við royndirnar at útseta toskayngul í millióna vís til okkara lokalu fiskastovnar, er onki at gera har? 


Skulu vit sum fiskivinnutjóð ikki ganga á odda og royna alt sum gerast kann á hesum økið. 


Hvar eru visjónirnar um hini nógvu fiskasløgini, sum alifiskar?


Og hvar eru visjónirnar fyri ferðavinnuna, útseting av sílayngli og laksayngli og smált í stórum tali runt um í landinum? Ferðavinnan, sum er so týdningarmikil fyri triðja búskaparliga beinið, og sum føroyska samfelagið skal standa á í framtíðini.


Føroyar liggja í einum Klondike

Føroyar eru helst tað landið, sum liggur mitt í einum “Klondike“, tá um staðseting í samband við laks á opnum havi, viðvíkur.


Hesin stóri villaksur, sum svimur í okkara havi, er komin frá stóru londunum í okkara havøki og londum, sum hava nóg stórar áir til, at hesin stóri fiskur kann koma aftur í áir teirra at gýta. Slíkar natúrligar áir hava vit ikki í Føroyum, tí mugu vit taka okkum onnur ráð fyri.


Føroya Sílaveiðifelag

Neyðugt verður, á sama hátt sum við laksaalingini annars, at framleiða og seta út yngul og ala sjóbúgvin smált at seta út í stórum tali. At hjálpa náttúruni kunnu vit kalla tað.


Vit eiga tíbetur privatfólk, sum brenna fyri sakini og hava gjørt eitt stórt sjálvboðið arbeiði fyri føroysku sílini og útsetan av laksi í áir runt um í Føroyum. Teirra felag Føroya Sílaveiðifelag, hevur somuleiðis staðið fyri teimum laksatrappum, sum gjørdar eru og sum eru fyritreytin fyri, at laksurin sleppur upp í áirnar at gýta. Felagið hevur gjørt nógv og vil sleppa at gera nógv meira fyri føroysku sílini og villlaksin somuleiðis.


Føroya Sílaveiðifelag sendi tí fyri tíð síðani umsókn til landsstýrið um at sleppa at brúka støðina við Áir til at røkja síni endamál. Langt um leingi kom svarið, stutt og greitt - støðin er útleigað. Á aðalfundinum hjá felagnum árið fyri, vóru ikki orð fyri, hvat landsstýrismaðurin sá av møguleikum við Sílaveiðifelagnum.


Politiski myndugleikin má handla

Eitt ja ístaðin til Føroya Sílaveiðifelag, kundi sett ferð á menningina. Løgting og landsstýri hava sanniliga brúk fyri at lætta sær um sannvitskuna aftaná vatnútbyggingar og belastningin av firðunum, og laksalús til óvardu føroysku sílini og villlaksin o.a.


Politiski myndugleikin “fær í posa og sekk” við at siga ja til Føroya Sílaveiðifelag. Gongd hevði komið á útsetingina av sílum og laksi, til gleði og gagns fyri føroyskar frítíðarfiskarar - ferðavinnan hevði fingið meira vind í seglini og triðja beinið í búskapinum gerst munandi sterkari.


Eftir hetta, sum nú fer fram við royndarstøðunum, fær meg at halda, at tað er upp á hægstu tíð, at løgtingsfólk fara at vísa sín áhuga fyri málinum.


Við svarinum til Føroya Sílaveiðifelag um Áirnar og avhendanina av granskingarstøðini í Nesvík er kortini lítið at vænta frá landsstýrinum.


Spennandi verður tí at síggja politisku visjónirnar hjá løgtinginum, og um løgtingsfólk eru samd við landsstýrinum ella ikki, og um vón er fyri stavn har?


Livst so spyrst!


Edmund Joensen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder