Politikkur

Hví skuldu veiðudagarnir takast frá okkum?

Á óskiljandi hátt og við skjótari og óneyðugari handfaring tók sitandi samgonga – við fullari undirtøku frá lívfrøðingum og “serfrøðingum” – veiðudagar frá okkum svartfuglaveiðufólkum. Orsøkin skuldi vera, at føroyski svartfuglastovnurin var í vanda.

2025-10-17 10:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Men tað, sum serfrøðin sjálv hevur lagt fram, sigur nakað heilt annað.

Dátur frá Havstovuni vísa, at stovnurin ikki er minkaður, síðani summarveiðan steðgaði. Harumframt vísa ferðaloggara-royndir, settar á svartfugl, at meginparturin av fuglinum, sum verður veiddur, ikki er føroyskur, og ringmerkingar staðfesta tað sama. Tað ger avgerðina um at stytta veiðutíðina – ætlaða at verja “føroyska fuglin” – beinleiðis margháttliga.

Og so er tað tann vælsignaði dátugrunnurin, sum skuldi skráseta alla veiðu. Hann er, ikki óvæntað, enn ikki til. Tað er trupult at tosa um “burðardyggari veiðu”, tá serfrøðin sjálv ikki megnaði at fáa slíkt grundarlag upp at standa.

Burðardygg veiða krevur ikki bara skráseting, men eisini álítandi og regluligar fuglateljingar úr øllum landinum – ikki bert úr nøkrum fáum støðum. Vit síggja heldur ongar dagføringar frá teimum, sum annars vóru so skjótar at krevja skerjingar.

Eftir stendur spurningurin: Hví skuldu tey skundað sær so nógv at stytta veiðutíðina?

Tað kann neyvan hava verið fyri at verja fuglastovnin. Sannlíkt hevur tað heldur verið eitt hugskot um at “geva veiðufólkunum ein frammaná”. Tað er hvørki burðardygt, skilagott ella rættvíst.

Jóan Petur Joensen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder