2024-01-30 07:40
Havstovan: Helga Bára Mohr Vang hevur átikið sær uppgávuna at leiða “North Western” arbeiðsbólkin (NWWG) næstu trý árini. NWWG er tann arbeiðsbólkurin í ICES, sum umsitur stovnsmetingar og ráðgeving av botnfiskastovnum í norður-vestur Atlantshavi. Hetta eru havøkini kring Føroyar, Ísland og Eysturgrønland. Síðstu ferð Føroyar høvdu formanskapin var í 2012-2014, og tá var Petur Steingrund formaður.
NWWG er ein av elstu arbeiðsbólkunum í ICES og var settur á stovn í 1950’unum og útgav sína fyrstu frágreiðing í 1961. Jákup Sverri Joensen, fyrsti føroyski fiskifrøðingur, var tá føroyska umboðið í bólkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald