Ítróttur

Føroya Styrkisamband havt aðalfund

Nevndin í Styrkisambandinum er eftir aðalfund í vikuni mannað soleiðis: Heini Hátún, Niels Juel Arge, Anna Kristina Norðberg Niclasen, Jákup Súni Berg og Sonni Eliassen. Tiltakslimir eru Rói Hjaltalin og Niels Áki Mørk.

2022-05-22 11:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Styrkisambandið er enn menningarsamband í ÍSF, men arbeitt verður støðugt fram ímóti at gerast eitt sersamband. Umstøðurnar verða tá enn betur at menna tær fýra styrkiítróttargreinarnar undir FSS: Vektlyfting, styrkilyfting, kúlulyfting og rørslumegi.

Seinastu tíðina hevur serliga vektlyftingin verið frammi, men við Føroyaleikirnar 1. juli í Klaksvík verður í Spinnarínum skipað fyri FM í styrkilyfting. Dagin eftir, 2. juli, kappast vektlyftararnir. Kappingin í kúlulyfting verður sunnudagin 3. juli.

Klaksvík er miðstøð fyri føroyska kúlulyfting, og venjingin fer fram í Full Power. Kúlulyfting er tað sama sum kettlebell, og mongum kanska ókunnugt hevur besti føroyski kúlulyftarin, Sonni Eliassen, verið bæði heims- og europameistari.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder