Sum lógaruppskotið sær út nú, vænti eg at Landstýrismaðurin vil royna at fáa lógina gjøgnum Løgtingið áðrenn summerferiuna. Grein 17 í lógini sigur, at lógin kemur í gildi dagin eftir hon er kunngjørd.
Frá tí degi lógin er kunngjørd, er hon jú galdandi. Samstundis vil Landstýrismaðurin, at kommununar hava tíðarfreist til 1. januar 2025, at koma við sínum ferðavinnuætlanum og hevur givið sær sjálvum freist til 1. juni 2025 at góðkenna hesar. Hettar merkir aftur, at hesar ferðavinnuætlanir sostatt ikki fáa virkna, fyrr enn 1. juni næsta ár. Her eru stórar óvissur, ið Landstýrismaðurin noyðist at svara okkum ferðavinnurekandi uppá, so okkara virksemi ikki skal haldast í ógvusligari og oyðileggjandi óvissu í 1½ ár framm.
Landstýrismaðurin legði á kunnandi fundi í Finsen tann 14. marts upp til, at “vit ið funnust at” ikki skuldu lesa lógarinnar paragrafir, men viðmerkingarnar til lógina í staðin. Hagani sá man hansara ætlan við lógini, sambært honum. Hettar er tó ein sera óseriøs viðmerking, tí kemur tað til skarpskeringar í rættarskipanini ella við løgregluni, so er tað júst lógarinnar paragrafir, ið eru altavgerðandi fyri dómsúrskurðinum og ikki “hvat Landstýrismaðurin meinti tá hann skrivaði lógina”.
Havi fingi at vita frá nøkrum kommunum, at teirra tulking av lógini er so, at frá tí degi lógin fær gildiskomu og til ferðavinnuætlanirnar hjá kommununum eru góðkendar og kunngjørdar, verður tað einans loyvi at ganga í haga eftir verandi varðagøtum og ikki aðrastaðni.
Hettar niðurleggur í so fall alt virksemi og inntøkur, ið nógvir bóndir hava av ferðavinnuni í dag. Eisini steðgar hettar mangt virksemi hjá okkara fyritøku, ið bjóðar gongutúrar kring landið í samstarvi við avvarðandi bóndur.
Fyrsti spurningurin er so, nær ið Landstýrismaðurin ætlar at kunngera lógina?
Vil Landstýrismaðurin sostatt ikki kunngera lógina fyrr enn 1. juni 2025, ella ætlar hann at vit ferðasmiðir skulu virka eftir lógarinnar ásetingum, til ferðavinnuætlaninar væntandi koma næsta ár?
Hvussu við útferðamálum, har kommunan ikki megnar at gera ella fíggja allar slíkar ferðavinnuætlanir? Ætlar Landstýrismaðurin tá at tosa beinleiðis við avvarðandi bóndir um lokala ferðavinnuætlan, ella koma tey økini bert at liggja deyð fyri ferðavinnu aftaná freistina?
Vil Landstýrismaðurin bera so í bandið, at ferðavinnusamstarvi millum bóndur og útferðaveitarar kann halda áfram, eins og áður, til ferðavinnuætlaninar hjá kommununum eru lidnar og lýstar?
Í teimum førum har varðagøtur ikki eru til ætlaðu og verandi útferðarmál, ætlar Landstýrismaðurin at broyta lógina, so verandi virksemi og ferðsla gjøgnum hagar kann halda áframm eftir núverandi leisti, til ferðavinnuætlaninar eru lýstar, har uppií eisini at loyva verandi gjaldsportrum framhaldandi at virka?
Um ikki, skulu vit útferðaveitarar og bóndur so steingja hesar farleiðir til gøtur eru gjørdar av kommununum?
Hvørja tíðarætlan sær Landstýrismaðurin vera realistiska, til allar avvarðandi kommunur megna at hava bygt tær gøtur, ið krevjast til at tryggja ferðandi til gongu til øll útferðamálini kring landið?
Hvussu ætlar Landstýrismaðurin at fíggja neyðugu gøturnar, har kommunan ikki hevur fíggjarliga orku til at byggja slíkar gøtur? Fær bóndin tá loyvi at krevja gongugjøld sum áður, ella skulu tær farleiðirnar steingjast, til Landstýrismaðurin hevur tikið um endan?
Ætlar Landstýrismaðurin at veita endurgjald til bóndir og útferðaveitarar, fyri mista inntøku av møguligum stongsli av útferðamálum, ið lógaruppskotið í verandi líkið fer at hava við sær?
Ætlar Landstýrismaðurin at veita bóndum endurgjald fyri økt slit, mista inntøku frá gongugjøldum, mist beiti, órógvan og íløgur, ið lógaruppskotið ger óhaldbarar?
Hvussu ætlar Landstýrismaðurin at tryggja, at verandi vaksandi tal av útlendskum ferðafólkum ikki verður neiliga ávirka og minkar, um tey mest vælumtóktu útferðamál blíva stongd í 1½ ár ella longri vegna hettar lógaruppskot?
Fer Landstýrismaðurin at taka okkum útferðaveitarar við upp á ráð og taka okkara viðmerkingar í álvara, tá ferðavinnuætlanir skulu góðkennast?
Fer Landstýrismaðurin at taka okkum útferðaveitarar við sum ráðgevar til komandi lógaruppskot og -broytingar, ið viðvíkja ferðavinnunið í Føroyum? Ella fer hann framhaldandi einans at lurta eftir teimum áhugabólkum, ið onki hava við okkara slag av ferðavinnu at gera ella vitan um hesa, eins og hann hevur til hettar lógaruppskotið?
Svarini til hesar spurningar hava ómetaliga stóra ávirkan á okkara virksemi, bæði í ár, næsta ár og eftir 1. juni 2025. Veit ikki um Landstýrismaðurin er vitandi um, hvussu okkara virksemi riggar og hvørjar álvarsligar avleiðingar, avmarkingar og niðurlagingar hettar hevur fyri okkum.
Sum áður sagt í einum av fyrru lesarabrøvum mínum, virkar ferðavinnan langt fram í tíð. Okkara útferðir í ár og næsta ár liggja sum er í stórari óvissu, ið ger tað ómøguligt hjá okkum at játta bíleggingar, bjóða útferðir, finna prís fyri útferðir ella sum so at útinna alt okkara kjarnuvirksemi, til vit vita júst hvussu lógin blívur og hvussu hon ávirkar okkum í ferðavinnunið.
Sum lógaruppskotið sær út í dag, síggja vit einans eina stóra niðurgongd í okkara virksemi fyri framman. At kappast við ókeypis gongd í haga, er ein stór og sera álvarsom avbjóðing, ið hevur alstórar neiligar fíggjarligar avleiðingar fyri ferðavinnuna sum heild, bæði fyri okkum útferðasmiðir og landbúnaðarferðavinnuna. Hetta tykjast hvørki Landstýrismaðurin, hansara umsiting, hansara kjarnuráðgeving, VFI ella onnur skilja, ið hava verði við til at gjørt verandi lógaruppskot.
Í viðmerkingunum til lógina, á síðu 5 av lógaruppskotinum, stendur brotið “Yvirskipaða endamálið er enn sum áður at gera ferðavinnuna til eitt týðandi íkast til samfelagsbúskapin”. Tað meta vit ikki, at verandi lógaruppskot leggur upp til á nakran hátt. Heldur niðurlagar uppskotið alla verandi útferðavinnu og gevur henni kapping við ókeypis almennum tilboðum, ið ferðavinnan fer at tapa og tískil fer inntøkan í ferðavinnunið eisini at minka, ikki økjast. Einasti sum vinnur upp á stutt sigt, er landskassin, ið fær inntøkuna av Náttúruverndargjaldinum og umsitingina av hesum. Fyri bóndur, útferðasmiðir og øll tilknýtt starvsfólk og samstarvsfelagar, er banni av gjaldsportrum eisini ein álvarsamur inntøkumissur, ið tilsamans fer at minka um peningaliga umsetningin í ferðavinnunið.
Fyri at vísa á eitt groft dømi um hendan inntøkumiss, so lat meg seta eitt einfalt roknistykkið upp: Inntøkan av Náttúruverndargjaldinum, ið Landstýrismaðurin ynskir skal koma í staðin fyri gongugjøldini og gjaldsportrini, blívur eftir verandi metingum 20 milliónir krónur í 2026.
Um øll hesi somu ferðandi, ið VFI vænta koma til landið í 2026, gjalda verandi gongugjøld til 4 teir mest vitjaðu bóndirnar, blívur bert MVG-inntøkan hjá Landskassanum av hesum gjøldum 26 milliónir krónur.
Um einans 15% av sama talið av ferðandi í 2026 gjalda gongugjøld til tey 4 best umtóktu útferðamál, blívur hendan (skjótt ólógliga) inntøkan í útjaðarinum heilar 26 milliónir krónur.
Hesi gjaldsportur ynskir Landstýrismaðurin skulu blíva ólóglig og ætlar at bóndirnir kring landið skulu kappast við eitt ókeypis alternativ. Tá tapir bóndin og náttúran í haga hansara kappingina.
Um tað hinvegin blívur avgjørt krav, at fyri at sleppa í hagan krevst góðkendur/staðkendur føroyskur ferðaleiðari, um tey nakrastaðni skulu út um bøgarðarnar, geva hesi somu 15% av teimum ferðandi eina inntøku til bóndurnar og teirra ferðaleiðarar áljóðandi 36 milliónir krónur.
Sostatt meta vit ikki, at lógin í hesum sambandið livir upp til ásetingina í Grein 1 av lógini, ið jú leggur upp til at lógin m.a. skal tryggja “inntøkur og vinnumøguleikar” hjá okkum øllum kring landið.
Um Landstýrismaðurin so av ideologiskum orsøkum ikki ynskir at bóndir, útferðaveitarar ella aðrir samstarvsfelagar skulu kunna vinna pening upp á “fólksins ogn”, ið hann rópar hagarnar (bæði landsjørð og privata ogn) í Føroyum (sum hann legði upp til á almenna fundinum í Finsen tann 14 marts í ár), so eigur hann ikki at orða endamálið í lógini soleiðis, tí tá blivur tann greinin ein beinleiðis lygn.
Vit vilja tí heita á Landstýrismannin at melda greitt út, hvat politiska ynski hansara er!
Ynskir hann at smíða eina lóg, ið tænir bóndum, útoyggjasamfeløgum, smáplássum, útferðasmiðum innan ferðavinnuna, avvarðandi vinnugreinar sum veita tænastur og vørur til hesi og øll tey starvsfólk, ið eru knýtt at øllum hesum virksemi?
Ella ynskir hann at føra vinstravendan ideologiskan politikk, ið tænir landsins umsiting, meðan vinna, bóndir, starvsfólk og tilknýttar vinnugreinar missa stórt virði og inntøkur av hondum?
Jógvan Hovshólm
Stjóri í Faroeway Adventures, ferðaskrivstova og útferðaveitari í Føroyum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald