Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Tvey frystilínuskip fiska við Ísland, trý eru á Íslandsrygginum og tvey eru á landgrunninum. Okkurt línuskip fer helst avstað í næstum.
Útróður: Streymurin er ikki av tí besta, men veðri verður til vildar, so helst verður nakað av útróðri. Fiskaríið er brúkiligt.
Djúpvatnstrolarar: Ein er á Íslandsrygginum og fiskar mest tosk og so er ein er vestanfyri og fiskar kongafisk. Báðir landa vantandi í vikuni.
Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og koma vantandi øll at landa í vikuni. Okkurt parið fer avstað í næstum
Trolbátar:Tríggir eru úti. Allir eru á Skeivabanka og fiska havtasku. Allir landa í vikuni.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskaríð er brúkiligt eftir svartkalva, men smáligt eftir havtasku. Øll landa í vikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald