2022-02-02 16:13
Finnur Fríði og danska skipið Beinir eru báðir á veg á Tvøroyri við sild, Finnur Fríði hevur 1.450 tons og Beinir hevur 700 tons, teir skulu landa til Varðan Pelagic.
Teir hava roynt í altjóða sjógvi norðanfyri saman við Trónda í Gøtu og einum russiskum skipi.
Finnur Fríði verður á Tvøroyri seint hóskvøldið og Beinir verður á Tvøroyri fríggjanáttina ella fyrrapartin fríggjadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald