2022-01-17 11:41
Finnur Fríði er farin at sigla til Føroyar, teir hava 1.100 tons av sild, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic, støddin liggur um 230 gramm. Finnur Fríði verður á Tvøroyri seint týskvøldið.
Vit hava tosað umborð fyri løtu síðan, tað hevur verið skiftandi veður á feltinum, teir hava eitt lot ímóti og rokna við, at tað verður veðrið alla leiðina til Føroyar.
Í løtuni eru trý føroysk skip og eitt svenskt á feltinum har norði - Norðborg, Høgaberg og Tróndur í Gøtu..
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald