Vinna

Ferðavinnan vitjar í Norðuroyggjum

Fríggjadagin 18. februar skipar Ferðavinnufelagið í tøttum samstarvi við Visit Norðoy fyri økisvitjan í Norðoyggjum.

2022-02-07 15:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Ferðalagið fer við bussi úr Vinnuhúsinum fríggjadagin kl. uml. 10.00, tað verður nærri ásett seinni.


Dagurin byrjar í Klaksvík kl. 11, har tey vitjandi møtast í Biskupsstøðgarðinum, Nólsoyar Pálls húsið. Her verður ábit/morgunmatur og framløgur frá ymsum veitarum fyri økini í Norðoyggjum. 


Uml. kl. 13 verður farið ein gongutúrur í nýggja miðbýinum, frágreiðing verður um nýggja Mentanarhúsið, Biskupstorg, har greitt verður eisini frá, um ætlanirnar fyri nýggja miðbýin og mentanarhúsið annars. Síðani verður rundvísing í Føroya Bjór, har tey greiða frá ætlanum, sum tey hava fyri ferðavinnuvirksemi.


Uml. kl. 15 verður farið við bussi norð til Viðareiðis við frásøgu á túrinum norðeftir. Vit enda hjá Hotel Norð á Viðareiði, har ferðavinnuveitarar í økinum koma at vísa frá møguleikum og virkseminum sum er á hotellinum. Her verður eisini okkurt til matna frá Hotel Norð, áðrenn leiðin gongur aftur til Klaksvíkar og síðani til Havnar.


Fyrstu ferð Ferðavinnufelagið skipaði fyri eini økisvitjan var í 2018. Tá var vitjað á Sandoynni, og í 2019 var vitjað vesturi í Vágunum. Ferðavinnufelagið er farið undir hetta átak fyri at kasta ljós á ferðavinnutilboðini kring landið og at skapa karmar fyri, at økini fáa marknaðarført síni øki fyri limum í felagnum, og limafyritøkurnar somuleiðis fáa meira vitan um økið, sum kann verða við til, at tær fara at brúka økið meira í framtíðini.  


Ferðavinnufelagið vónar, at tað verður góð undirtøka fyri økisvitjanini í Norðoyggjum, og at felagið á henda hátt framhaldandi kann verða við til at økja um kunnleikan um ferðavinnutilboðini kring landið.


Tiltakið er bert fyri limir í Ferðavinnufelagnum. Tilmelding á [email protected]. í seinasta lagi mikudagin 16. februar kl. 12.00.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder