Vinna

Feløgini í Burðardygt Vinnulív gjørt framstig í minkingini av CO2 útlátinum

GroAqua, KJ Hydraulik, P/F Poul Michelsen og Vónin, sum hava verið ein partur av átakinum fyri at minka CO2 útlátið, hava nýliga fingið góðkenning frá óhefta stovninum Science Based Targets Initiative fyri at hava bundið seg til at minka teirra vav 1 & 2 GHG útlát við eini helvt innan 2030.

2024-02-02 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyri at fáa góðkenningina hava feløgini lagt seg eftir 1,5 málinum, sum vísindafólk hava rátt til. Umframt at fráboða útlátið árliga, skulu fyritøkurnar eisini máta, fráboða og minka vav 3 útlátið.

Bakkafrost, Føroya Tele og MBM fingu teirra mál góðkend av SBTi fyrr í 2023.

11 av teimum 12 feløgunum í átakinum høvdu eina samlaða minking í scope 1 og 2 GHG útláti millum 2020 og 2022 (2023 er ikki tøkt enn), við størstu minkingini tey bæði árini frá Føroya Tele og SMJ – bæði feløgini hava bundið seg til at fáa vav 1 & 2 útlátið til netto 0 innan 2030.

Nærri kunning um gongdina í átakinum verður tøk í næstum.

Fleiri upplýsingar um átakið: Burðardygt Vinnulív.

Fleiri upplýsingar um: Skyldur, sum feløgini hava samtykt.

Fleiri upplýsingar um: Science Based Targets Initiative.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder