Faroe Business Report hevur eitt stórt innlegg um trol- og netavirkið Vónina umframt profilgreinar um fyritøkur í Fuglafirði, Havn og Vágum. Eisini er ein frásøgn um Klaksvík sum vinnuumhvørvi. Ein samrøða er við stjóran á Vága Floghavn um verandi og komandi útbyggingar har og hví tað er neyðugt at landið fíggjar ein part av hesum.
Borgarstjórin í Fuglafirði sigur frá um stóra framgongd hjá vinnufyritøkum innan útflutning og etableringar uttanlands. Framherji greiðir frá sínum umfatandi virksemi og ætlanum umframt broytingum har tað drúgva og tætta samstarvið við íslendingar er lagt aftur um bak. Tann stóra frostgoymslan Bergfrost boðar frá góðum úrslitum samstundis sum felagið leitar eftir nýggjum viðskiftaskipum.
Vikmar greiðir frá um nútímans elektronikk á sjónum og hvussu nógva kunning ið skip og bátar senda og móttaka umvegis slíka útgerð um ymisk viðurskifti av týdningi fyri fiskiskap og annað, bæði oman og niðan fyri vatnskorpuna.
Hartil er í blaðnum ein kritisk greining av búskaparligum útlitum, serliga við aliti til føroyskan fiskaútflutning og trupulleikar við at tálma almennar útreiðslur.
Í Print Edition útgávuni av Local.fo verður serliga gjørt burtur úr sonevndari MICE ferðavinnu (meetings, incentive tours, conferences, exhibitions) og arbeiðið hjá føroyingum at gera seg galdandi á hesum øki. Vit tosa við Visit Faroe Islands um arbeiðið at bjóða Føroyar fram sum vertur fyri fundum, vinnutúrum, skeiðum, ráðstevnuum, framsýningum og tílíkum.
Stjórin á Atlantic Airways sigur eisini frá tí vaksandi rutunetinum hjá flogfelagnum og tí styrki og avbjóðing sum liggur í at kappast við onnur sum eitt lítið felag við samfelagsnyttu sum uppgávu.
Borgarstjórin í Havn hugleiðir um ta stóru menningina í høvuðsstaðnum og verkætlanirtey sum eru gjøgnumførdar tey seinnu árini umframt sovorðnar sum eru ávegis, eitt nú á Stórutjørn. Fleiri av útbyggingunum verða mettar at stuðla munandi upp undir ætlanirnar um at menna MICE ferðavinnuna í Føroyum, fyri uttan sum heild at styrkja karmarnar fyri útbúgving og gransking, flutning og handil, mentan og list, og ítrótt.
Sandoyingar geva til kennar sínar hugsanir og vónir í sambandi við at Sandoyar Tunnilin fer at lata upp fyri almennari ferðslu um stutta tíð.
Og fotografurin Andrija Ilic sigur søguna um eina stórsligna mynd hann tók av Risanum og Kellingini frá Kalsoynni, og um hvussu tað er at fotografera landsløg í Føroyum.
Búi Tyril er útgevari og ritstjóri, Maria Olsen fotoredaktørur og framleiðari Tyril & Olsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald