Vinna

Evy Jacobsen er nýggjur nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag

Jón Sigurdsson heldur fram sum formaður og Høgni Hansen sum næstformaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag

2024-09-05 16:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Jón Sigurdsson heldur fram sum formaður og Høgni Hansen sum næstformaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag týsdagin vóru Jón Sigurdsson og Høgni Hansen afturvaldir í nevndina.  Árni Ellefsen fór úr nevndini og Evy Jacobsen, stjóri í P/F Betri, varð vald inn sum nýggjur nevndarlimur.

Á aðalfundinum var fyrsta burðardygdsfrágreiðing felagsins løgd fram. Til ber at lesa frágreiðingina her: 
FAG Fragreiding Um Burdardygd 2024

Ársfrágreiðingin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag kann lesast her: 
FAG Arsfrasøgn 2024

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder