Lýsing

Endurlýsing: Leiðari til Smílikulluna

Vil tú leiða og menna frítíðarskúlan Smílikulluna, sum er staðsettur í sera vøkrum umhvørvið niðri við sandin og vøllin í Miðvági?

2024-01-22 22:02 Author image
-
placeholder

Vága kommuna leitar eftir einum dugnaligum og sjónligum leiðara at standa á odda fyri Smílikulluni.

Um tú dugir væl við fólki og samstundis dámar væl at møta børnum, foreldrum og starvsfólkum, so er hetta kanska dreymastarvið hjá tær.

Smílikullan er eitt spennandi arbeiðspláss, og sum leiðari í Smílikulluni kemur tú eisini at arbeiða saman við leiðsluni í Miðgarði, Sóljugarði, Virkishúsinum við Ánna og námsfrøðiliga ráðgevanum hjá Vága kommunu um, at menna og framtíðartryggja tænastustøði fyri barna- og ungdómsøkið í Vága kommunu. Eisini kemur tú at hava tætt samstarv við leiðsluna á bygdaskúlanum har børn í 1. og 2. flokki ganga. Harumframt kemur tú at hava virknan leiklut í tvørfakligu verkætlanini “Saman um barnið”, sum er ein verkætlan har kommunurnar í Vágum og stovnar hjá landinum arbeiða saman um, at tað skal gerast betri at vera barn í Vágum sum heild.

Sum ovasti leiðari fyri Smílikulluna fært tú møguleikan at seta tín persónliga dám á stovnin. Samstundis fært tú leysar teymar at skipa arbeiði á stovninum, júst sum tú kanst hugsa tær. Tú fært sostatt høvuðsábyrgdina av Smílikulluni við beinleiðis tilvísing til kommunustjóran í Vága kommunu, og harvið fært tú stóra ávirkan á, hvussu Smílikullan verður rikin.

Høvuðsuppgávurnar eru m.a. at leiða starvsfólkini, at menna námsfrøðiliga virksemi, at tryggja eina fullgóða fíggjarstýring, at skapa gott samband og samstarv við foreldrini, umframt fleiri aðrar spennandi uppgávur. Nærri lýsing av starvinum, førleikakrøvum, setanartilgongd o.ø. síggjast í leiðaraprofilinum.

Løn og setan

Miðað verður eftir at starvið kann verða sett frá 1. mars 2024, ella eftir nærri avtalu. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.


Umsókn og upplýsingar

Søk her á vanganum við at senda umsóknn við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum ella sum teldupost til: [email protected].

Umsóknir skulu verða Vága kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 30. januar 2024 kl. 12.00.

Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Jóhan Hendrik Ellefsen, kommunustjóra á telefon 794408, ella við telduposti: [email protected].

Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Smílikulluni: www.smilikullan.fo. www.smilikullan.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder