
Lýst verður hervið eftir elektirkara til P.P. Faroe Pelagic í Kollafirði.
Arbeiðsøkið fevnir um:
Tann, ið settur verður kemur, saman við øðrum teknikarum á virkinum, at taka sær av øllum maskinaríðnum á virkinum. Hetta merkir m.a. viðlíkahald, um- og útbygging, o.s.fr.
Arbeiðstíðin:
Arbeitt verður í toymi á 3 fólk, og vaktirnar eru 12 tímar tá framleiðsla er, og 8 tímar tá eingin framleiðsla er, og annars eftir tørvi. Skift verður millum dag- og náttarvakt.
Útbúgving:
Tann, ið settur verður, skal helst verða útbúgvin elektrikari.
Fólk við øðrum tekniskum- ella maskinútbúgvingum, kunna eisini søkja.
Umráðandi er at tann, ið settur verður, dugir eitt sindur av hvørjum, innan elektriskt og tekniskt/maskinarbeiði.
Løn:
Løn sambært Havnar Handverkarafelag og avtalu.
Freist at søkja:
Miða verður ímóti at tann, ið settur verður, skal kunna byrja sum skjótast.
Um tú hevur spurningar so kanst tú ringja á +298 295881.
Umsóknir kunnu sendast til [email protected] í seinasta lagi 09. Mai 2022
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald