Vinna

Eitt vet meira av toski á føroyska landgrunninum

Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” hevur gjørt ta árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 100 hál á ein tíma vóru tikin.

2024-03-14 18:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Havstovan: Tað var framvegis sera lítið at fáa av toski, men kortini eitt vet meira enn tey undanfarnu fýra árini. Eisini var lítið at fáa av tungu, blálongu og havtasku.

Hinvegin var nøgdin av hýsu framvegis stór, og eisini var meira at fáa av upsa og hvítingi. Sum nakað nýtt vóru fleiri smáar kalvaspraggur at fáa. Magakanningar vístu, at tað var meira til av nebbasild enn undanfarin ár.

Les alla frágreiðingina her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder