Vinna

Eitt vet meira av toski

Váryvirlitstrolingin á Landgrunninum vísir, at tað er eitt vet meira av toski í vár mun til síðsta vár, men nøgdirnar eru tó enn lítlar.

2025-03-21 11:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Havstovan: Toskurin er rakari enn síðstu árini, og magainnihaldið er ein blandingur av nebbasild og krabbadjórum.

Meginparturin av toskinum er fingin á gýtingarøkinum norðanfyri.

Nakað meir av smáfiski er fingið í ár í mun til síðstu árini, so sannlíkt er, at tey góðu náttúruviðurskiftini í 2022-23 nú byrja at síggjast aftur í tilgongdini til toskastovnin.

Um tú hevur hug at lesa meir um sambandið millum náttúruviðurskiftini og tilgongd til botnfiskastovnarnar, trýst her.

Nøgdin av hýsu er framvegis stór og hon er væl í holdum. Munandi partur av hýsuveiðuni er smáhýsa.

Nøgdin av upsa er undir miðal.

Sum í fjør vóru kalvaspraggur fingnar á túrinum, og hetta gevur ábendingar um tilgongd til kalvastovnin, sum hevur verið sera illa fyri í mong ár.

Fleiri kanningar av gýtingartoski vóru gjørdar á túrinum í sambandi við granskingarverkætlanina CODSPA, sum júst er farin av bakkastokki.

Túrfrágreiðingin kann lesast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder