Politikkur

Eingin stovnsmeting nakrantíð verið heilt røtt

Búskaparráðið mælir til, at kvotur verða settar á í Føroyum.

2026-04-05 10:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyski landgrunnurin er lítil, og fleiri fiskasløg halda til á sama øki. Tí ber ikki til at fiska bert eitt fiskaslag. Skip og bátar verða noydd at liggja við bryggju, tá kvotan fyri eitt slag er uppfiskað. Úrslitið verður tað sama sum í mongum øðrum londum: útblaking og spill.

Mynd úr framløgu hjá Magna Laksafoss í eini Vísindavøku sending:

[object Object]

Grafurin vísur hvussu blanda veiðan er á Landgrunninum og Føroya Bank í mun til t.d. Flemich Cap og Eysturgrønland.

Tá tey í Búskaparráðnum vita so lítið um okkara høvuðsvinnu, eru tey ikki egnaði at sita í starvinum. Har mugu nýggj fólk til.

Umleið 1620 doyðu nógv fólk í Føroyum av hungri. Søgan sigur, at fólk lógu deyð í fjøruni við tærablaðnum í munninum. Tað var eingin fiskur. Ein oyndafyringur segði, at hann í 1620 sá ein tosk fyri fyrstu ferð. Tá var eingin ovurfisking.

Pápi mín var skipari í 1950‑ og 60‑árunum á einum skipi, sum fiskaði sild langt norðanfyri landgrunnin. Har fingu teir tosk í sildagørnum, hóast meskarnir vóru smáir. Danska havrannsóknarskipið G.O. Sara gjørdi eisini royndir norðanfyri og fekk tosk í sildagørnum. Hetta vísir, at toskur, hýsa og upsi ofta eru uppi í sjónum.

[object Object]

Fiskidagaskipanin og stongd øki

Í tilmæli frá Fiskidaganevndini fyri fiskiárið 2014/15 stendur, at dagarnir í Fiskidagaskipanini eru minkaðir úr 49.585 í 1996/97 niður í 22.154 í 2013/14 — ein minking á 55%. Í 2023 vóru fiskidagarnir komnir niður um 20.000. Tað er ein samlað minking á umleið 30.000 dagar, ella umleið 60%.

Sama tilmæli sigur, at í ár 2000 vóru 150 skip við fiskiloyvi í Fiskidagaskipanini. Í 2014 vóru loyvini 86 — ein minking á 43%. Í dag eru tey enn færri.

Trolbátarnir vóru nógvir í 1997. Nú eru bara 6–7 eftir í vinnu — ein minking á umleið 75%.

Bestu trolleiðirnar hava verið stongdar í 25–30 ár og longri. 56% av søguliga góðu trolleiðunum eru fullkomiliga stongdar. Tá gýtingarfriðingar verða taldir við, eru 69% av søguligu góðu leiðunum á landgrunninum fullkomiliga ella partvíst stongdar fyri trol.

[object Object]

(Bárður á Lækjuni)

Upsi og ferðing

Upsi er ferðandi fiskur. Merkingarroyndir í eystara parti av Norðuratlantshavi vísa stóran mun á ferðingini í ymsu økjunum:

  • Úr íslendskum øki ferðast minni enn 1% av upsanum burtur.
  • Umleið 40% av vaksna føroyska upsanum verða fingin aftur uttan fyri føroyskt øki — mest í íslendskum sjógvi.
  • Av norskum merktum upsa verða 7% fingin aftur uttan fyri evropeiska landgrunnin.
  • Upsi ferðast longri, jú størri hann er, upp til umleið 60 cm. Størri enn tað, so heldur ferðingin seg á sama støði.

(Kelda: PhD‑ritgerð hjá Ednu í Homrum, Havstovan)

Sum alt annað livandi flytur fiskur har livi umstøðurnar eru best. Fyrst í 1990‑unum hvarv føðin á føroyska landgrunninum — og fiskurin rýmdi.

Dømi úr royndum

FRAM og VESTMENNINGUR vóru í sunnara kanti á Føroyabanka. Arvid Petersen var skipari. Har var smáligt fiskarí, men so kom nógv av toski inn í kantin. Toskur tekur steinar í magan, tá hann skiftir dýpi skjótt. Um hann ikki ger tað, kemur luft í sundmagan, og hann flýtur upp. Teir taka eisini steinar inn, tá teir fara niður á dýpi.

(Myndir frá Arvid)

Tær vórðu vístar einum fiskifrøðingi á Havstovuni, men áhugin var avmarkaður.

[object Object]

Undir e) stendur “ 3 ljósir og reydligir steinar, granitiskir, ca. 16 mm”. Granitiskir steinar finnast ikki í Føroyum – tvs., at toskarnir hava verið aðrastaðni og fingið teir steinarnar í magan.

Olja og stongd øki

Eg spurdi ein skipara á partrolara, hvussu nógva olju teir brúktu at sigla tvørtur um stongda økið norðanfyri. Svar: 1.237 litrar av olju fyri hvørt skip. Tí má kanturin latast upp 2–3 fjórðingar inn.

Meskastødd og stovnsmetingar

Eg bað Hovstovuna um innlit í meskastøddirnar, sum verða brúktar til yvirlitstrolingar og yngulkanningar:

  • Í yngulkanningum: 5 mm í posanum og 30 mm frammanfyri.
  • Í yvirlitstrolingum: 40 mm í posanum og 160 mm frammanfyri — fýra ferðir so stórt.

Tú kanst ímynda tær munin soleiðis: Tað er sum at draga eina spann gjøgnum sjógvin. Tá spannin er full, verður vatnið trýst út til síðurnar. Akkurát tað sama hendir við ynglinum í einum posanum við smáum maskum í yngulkanningunum

Tí hevur eingin stovnsmeting nakrantíð verið heilt røtt.

Eyðun Hansen

Vestmanna

04 04 2026

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder