2024-03-07 12:07
Dennis Holm skrivar:
Ein sera góður borgarafundur í Tjørnuvík um Tjørnuvíkartunnilin.
Fyrireikingarnar til Tjørnuvíkartunnilin eru væl ígongd og ein liður í fyrireikingunum fevnir um at kunna áhugaði um ætlanina og geva fólki høvið at siga sína hugsan.
Tjørnuvík - eitt av vakrastu plássunum í landinum - hevur eina vandamikla farleið, sum vetrarhálvuna er avmarkandi fyri bæði fólk í bygdini og vitjandi. Av somu orsøk hevur samgongan raðfest Tjørnuvíkartunnilin - og er Landsverk farin undir fyrireikingarnar av tunli til Tjørnuvíkar.
Borgarafundurin í Tjørnuvík var góður - og ein fullsettur salur í bygdahúsinum tók sera væl ímóti at Tjørnuvíkartunnilin nú er settur á skrá.
Niðanfyri eru fleiri myndir og tíðindastubbi frá borgarafundinum
Borgarafundur um Tjørnuvíkartunnil
Landsverk bjóðar við hesum borgarum í Tjørnuvík til ein kunnandi fund viðvíkjandi fyrireikingunum at gera ein tunnil til bygdina.
Fundurin verður mikukvøldið 6. mars kl. 18:00 í bygdarhúsinum í Tjørnuvík.
Umboð fyri Landsverk kunna um verkætlanina. Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum og Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu luttaka eisini á fundinum. Høvi verður at spyrja um verkætlanina.
Kaffi, te og okkurt søtt verður at fáa.
Øll eru vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald