Vinna

Dygdarmennari settur í Nánd

Nánd Heimatænastan setur dygdarmennara í starv.

2022-01-24 18:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Jónvør Christiansen, sjúkrarøktarfrøðingur og master í geriatriskari sjúkrarøkt, er sett sum dygdarmennari í Nánd Heimatænastuni í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu.

Jónvør hevur starvast á eldraøkinum í Tórshavnar kommunu í fleiri ár, harímillum sum dygdarmennari. Seinastu árini hevur hon starvast sum aðalskrivari hjá MEGD.

Jónvør byrjar í starvinum 1. apríl 2022 og kemur saman við hinum starvsfólkunum í Nánd m.a. at menna tænasturnar, gera kunnandi tilfar, dagføra og íverkseta mannagongdir og menningarætlanir, og at tryggja, at fakligir standardir, leiðreglur og lógir verða fylgdar.

Jónvør er ættað úr Leirvík og býr í Havn. Hon gleðir seg at koma í starv í Nánd og koma nærri heimbygdini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder