B-liðið hjá Fleyr stóð seg óvæntað væl ímóti verandi steypavinnaranum SÍ, og serliga í øðrum setti vantaði lítið í, at Fleyr B vann settið, tá støðan var 23-22 til teirra, men SÍ vann síðan tríggjar bóltar á rað og settið 25-23. Fyrr í settinum hevði Fleyr B verið frammanfyri 14-9, men leikbrá vendi gongdini, og SÍ vann sjey stig á rað og legði seg á odda 16-14.
Fleyr B var eisini á odda 9-6 í fyrsta setti, áðrenn SÍ javnaði til 10-10 og legði seg á odda 19-12 og vann settið 25-20.
Eisini triðja setti fylgdi Fleyr B væl við og javnaði til 9-9, áðrenn tað dragnaði, og SÍ vann 25-17.
Sunnudagin 28. januar spæla Mjølnir og Dráttur í Klaksvík. Vinnarin av dystinum verður bólkavinnari og skal møta nr. 2 í bólki 2 í hálvfinaluni í steypakappingini. Taparin, sum verður tvey’ari í bólkinum, skal spæla hálvfinalu ímóti nr. 1 í bólki 2.
Støðan í Bónus-kappingini, bólkur 1, kvinnur:
Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
Mjølnir | 2 | 6 | 6 |
SÍ | 2 | 6 | 6 |
Fleyr b | 2 | -6 | 0 |
Ternan | 2 | -6 | 0 |
Bónus-kappingin, bólkur 2, kvinnur:
TB – Dráttur 0-3 (22-25, 15-25, 16-25)
Tað var bara í fyrsta setti, at Dráttur fekk rættiliga mótstøðu. Vágaliðið hevði hug at draga frá beinanvegin, men TB kom afturíaftur og javnaði til 6-6 og fór síðan framum 14-9. TB helt seg frammanfyri til 20-19, tá ið Dráttur vann trý stig á rað og fór framum 22-20, áðrenn settið varð vunnið 25-22.
Eftir eina servu frá TB og sjey frá Henrikku Wang Jacobsen hjá Drátti var støðan 8-0 til útiliðið, og hóast TB vann fýra stig á rað og minkaði um munin til 4-8, so kom ongantíð spenningur í settið, tí stutt eftir legði Dráttur seg á odda 20-10, áðrenn settið varð vunnið 25-15.
Triðja sett var ikki stórt øðrvísi, tó at TB eina løtu minkaði um munin frá 5-10 til 12-14, men so gekk skjótt, og Dráttur legði seg á odda 18-12 og 23-14, áðrenn settið var vunnið 25-16.
Støðan í Bónus-kappingini, bólkur 2, kvinnur:
Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
Dráttur | 2 | 6 | 6 |
TB | 2 | -1 | 3 |
KÍF | 1 | -2 | 0 |
Fleyr | 1 | -3 | 0 |
Í kvøld kl. 19 spæla Fleyr og KÍF í høllini á Hálsi. Tvey tey fremstu liðini í bólkinum fara víðari til hálvfinalurnar, sum verða í Klaksvík 10. februar. Steypafinalan verður í høllini á Hálsi 24. februar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald