2024-04-16 15:00
Djóni Nolsøe Joensen um barnalóggávu: Neyðugt at ‘hugsa alla familjuna’
Tann komandi barnalóggávan skal umfata “tey við breki og øll børn í Føroyum” og eisini “hugsa alla familjuna”—og tey ið varða av stovnum sum Sernám skulu rokna við at “har fara at verða broytingar,” sambært Djóna Nolsøe Joensen, barna- og útbúgvingarmálaráðharra.
Undir einum panelfundi á ráðstevnuni ‘Rætturin hjá øllum til eitt mál’ fekk Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, fleiri spurningar frá áhoyrarum, m.a. tveimum nevndarlimum í felagnum Foreldramegi. Familjan sum grundleggjandi partur og ikki minst leikluturin hjá serundirvísingarstovninum Sernám komu í fokus tá fundarfólkið fekk høvi at seta panelinum spurningar við endan á IAKM ráðstevnuni um Karlstadmodellið, sum fór fram 4. og 5. apríl í Læraraskúlahøllini.
Búi Tyril, formaður í Foreldramegi, spurdi Djóna Nolsøe Joensen um ikki familjan eigur at fylla meira í orðaskiftinum um børnini og teirra rættindi, og fekk eitt játtandi svar. “Tað havi eg altíð undrað meg yvir í lóggávu og í øllum øðrum, at man ikki arbeiðir meira saman og meira holistiskt ella systemiskt,” svaraði landsstýrismaðurin. “Tí at jú skjótari man ger innsatsir við allari familjuni, skjótari er hjálpin eisini til barnið og at alt kemur at fungera aftur. Tí er tað líkasum grundtankin aftanfyri, hjá mær ið hvussu er, tá vit skulu til at lóggeva at vit hava allan pakkan innyvir… og hetta her at vit hugsa alla familjuna. Tá er hjálpin nógv skjótari og meira realistisk.”
“Jú, heilt víst, tí at so eru vit aftur inni á… hetta her við rættindunum, “ svaraði barna- og útbgúvingarmálaráðharrin tá hann uppfylgjandi varð spurdur um fíggjarligan og annan ójavna fyri foreldur í sambandi við eitt nú fundir við skúlar og ymiskar almennar myndugleikar—um tað er nakað ið hyggjast skal eftir. “Also, tú hevur rætt í lógini til hasa tænastuna til barnið hjá tær onkursvegna. Tað er tað kanska ikki allastaðni, tí tað er stykkjað upp, upp á forskelligar, ymiskar mátar í lóggávuni sum hon er ídag. Tí trúgvi eg uppá at vissi vit fáa eina yvirskipaða barnalóg sum umfatar eisini tey við breki og øll børn í Føroyum, so hevur tú eitt nógv… Sum foreldur so burdi tað gjørt tað ruddiligari, alt annað líka, í framtíðini hjá teimum sum koma í systemið og sum føla tað sum øgiliga møtimikið at møta systeminum. Tað mugu vit arbeiða… alla tíðina hava í mentu til at gera tað smidligari. So tað er aðalmálið í øllum í hesi lóggávuni.”
Maria Olsen, nevndarlimur í Foreldramegi, spurdi síðan landsstýrismannin um Sernám, sum ikki tykist vilja veita málsliga venjing í sambandi við eitt nú verbala dyspraksi. Átti ikki arbeiðið hjá teimum at verið meira professionelt, soleiðis at tey eisini viðurkenna diagnosur sum yrkisfólk og myndugleikar í grannalondum hava etablerað?
Aftur her gav Djóni Nolsøe Joensen spyrjaranum rætt, um enn eitt sindur óbeinleiðis.
Les meira: https://foreldramegi.fo/djoni-nolsoe-joensen-um-barnaloggavu-neydugt-at-hugsa-alla-familjuna/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald