2024-02-15 08:30

Tað er skelkandi at frætta, at dialysusjúklingar í Suðuroy framvegis mugu ferðast til Landssjúkrahúsið til dialysu, meðan dialysan á Suðuroyar sjúkrahúsi stendur óvirkin, vegna eina ósemju um lønarískoyti.
Nýrafelagið leggur seg ikki útí løn hjá dialysu starvsfólkunum, men vit krevja, at ein loysn veður funnin beinanveg, so dialysan í Suðuroy kann takast í brúk sum skjótast.
Nýrafelagið og einstaklingar hava í fleiri ár arbeitt við at betra korini hjá dialysusjúklingum, sum skulu ferðast langa leið til dialysu, og nú dialysan í Suðuroy er tøk, er tað bæði synd og skomm, at sjúklingarnir eru gíslar í onkrari lønartrætu ella vánaligari ráðlegging.
Nýrafelagið heitir á viðkomandi myndugleikar at gera skjótt av og loysa trupulleikan til frama fyri dialysusjúklingarnar.
Nýrafelagið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald