Vinna

Christian í Grótinum hevur landað í Íslandi

Christian í Grótinum hevur fyrr í vikuni landað á Eskifirði í Íslandi, teir høvdu 3.460 tons av svartkjafti, sum teir høvdu fiskað vestur úr Írlandi.

2024-03-08 16:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Í dag hevur Christian í Grótinum bunkrað í Ánunum, teir eru við at loysa beint nú og fara á somu leið vestur úr Írlandi, tað eru 550 fj. at sigla úr Føroyum á fiskileiðina vestur úr Írlandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder