Mentan

CHAPEL HART Á COUNTRY FESTIVALINUM 2025

Tað verður ‘spika hamrandi feitt’ tá America’s Got Talent ‘Golden Buzzer’ vinnararnir traðka á pall í Sørvági sum høvuðsnavnið leygarkvøldið. Chapel Hart tók Amerika á bóli í 2022, tá ið tær fingu ‘Golden Buzzer’ knøttin hjá dómarunum at gløða.

2025-02-28 17:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Chapel Hart, er ein amerikanskur Country tónleikabólkur úr Mississippi. Bólkurin er mannaður av teimum trimum songfuglunum: systrunum Danica Hart og Devynn Hart og syskinabarni teirra Trea Swindle. Tær hava sjálvstøðugt givið út fýra fløgur og ellivu stakløg. Í juli 2022 kappaðust tær í seytjandu sesongini avAmerica's Got Talent. Framførslan hjá teimum av "You Can Have Him Jolene", sum er ein svarsangur til "Jolene" hjá Dolly Parton, var aðru ferð í søguni hjá røðini AGT, at ALLIR fýra dómararnir góvu einum bólki gull knøttin.

Tónleikurin hjá bólkinum er defineraður av teirra fantastisk vokalharmoni og ávirkan frá øðrum kendum kvinnuligum country sangarum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder