2025-11-07 22:02
Í ár hevur hann verið við í 25 dystum í BETRI deildini, hevur skotið 4 mál og havt 3 upplegg. Hann hevur verið 3 ferðir á vikuliðnum hjá dystir.fo.
Áðrenn hann kom til okkum, spældi hann í Danmark. Casper bleiv tikin inn í ungdómsdeildina hjá Aab sum 13 ára gamal. Hann spældi sín fyrsta dyst fyri Aab í Superliguni í mars 2022. Hann spældi síðani 7 dystir í superliga fyr Aab og 21 dystir fyri HB Køge í næstbestu og triðbestu deildini í Danmark. Hann hevur eisini umboðað donsku U16 og U17 landsliðini.
Vit gleða okkum, at síggja Casper í hvítum aftur komandi kappingarár.
07 Vestur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald