Vinna

Brúk fyri Brimli og Vón í gjár

Tveir útróðrarbátar høvdu trupuleikar

2025-05-13 07:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrrapartin í gjár fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at ein útróðrarbátur hevði fingið tekniskar trupuleikar eystanfyri. Boð blivu send eftir Brimli, sum sleipaði bátin til lands.

Í gjárskvøldið fekk MRCC støðin aftur eina fráboðan at ein útróðrarbátur hevði fingið trupuleikar. Ein útróðrarbátur var uppsteðgaður norðanfyri, og hevði tí brúk fyri hjálp. Rescue Vón sleipaði bátin til lands.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder