2024-02-10 10:01
Kallsgarður á Trøllalesi hevur gingið undan, tá um ferðavinnu á bygd og í Kalsoynni ræður. Bóndin er ungur og ein av best dámdu ferðaleiðarunum í landinum. Harumframt hevur hann arbeitt miðvíst við at skipa ferðavinnuna í Kalsoynni, bæði við náttúruvernd og vinnumøguleikum í lokalsamfelagnum fyri eyga.
Sólskynsøgan hevur eftir øllum at døma fingið lógarsmiðir í Tinganesi til knappaborðini.
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, væl eggjaður av hotellvinnuni í miðstaðarøkinum, stórum flutningsfyritøkum, útlendskum ferðaskrivstovum og VFI, er komin við lógaruppskoti um burðardygga ferðavinnu, sum flytir ferðavinnuvirksemið á Kallsgarði áratíggju aftur í tíð, verður tað samtykt.
Alt hetta verður gjørt, uttan, at nakar av ferðavinnuveitarunum á bygd ella nakar, ið varðar av jørð í útjaðaranum hevur verið við til at strekkja kjølin í fyriliggjandi lógaruppskoti.
Hesi eru tey, ið verða meinast rakt!
Nógv verður skrivað um burðardygd í uppskotinum. Men hvar er fólkalívsfrøðiliga burðardygdin, kundi ein hóskandi spurt?
Tað er harmiligt at farið verður fram eftir fummum, og at tað bert verður lurtað eftir teimum, sum rópa harðast í miðstaðarøkinum, eru nærmast við, og hava mest á kistubotninum frammanundan í hesum máli.
Gott hevði verið um landsstýrismaðurin og onnur í politisku skipanini, sum hava ávirkan, høvdu ómakað sær ein túr norður á Nes, til Mykinesar, til Dímunar, vestur í Vágar, til Suðuroyar og aðrar bygdir og útoyggjar í landinum at hitta fólk á máli. Tá hevði verið skjótt at smíða semjuuppskot við fyrnd í, og sum hevði rótfesti og gróðrarlíkindi í útjaðaranum.
Eitt lógarverk, hvørs einasta endamál tykist vera at flyta lunnindir av bygd í bý, er í hvussu er ikki rætta leiðin at ganga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald