Politikkur

Tankar í kjalarvørrinum av tí sum hendi í Keypmannahavn

Seinastu dagarnir hava vit sæð ræðandi filmsbrot úr Keypmannahavn, har muslimar savnaðust á gøtuni í hópatali, fyri at syrgja og heiðra radikala Ayatollahin úr Iran.

2026-03-09 07:47 Author image
-
placeholder

At muslimar í Danmark syrgja og heiðra hetta bølmennið, sum hevur kúgað og dripið sítt egna fólk, staðfestur, at tey als ikki hava tikið vesturlendsku virðini til sín og enn minni virða, tað sum Danmark stendur fyri.

Vit síggja í Danmark eitt samfelag, sum stríðist við avleiðingarnar av tí muslimsku tilflytingini. Vit síggja, at henda tilflyting als ikki hóskar saman við teirra og okkara vesturlendsku mentan og virðum. Vit síggja, í dag, øki í Danmark, har lógir og reglar, verða sett tilsíðis, fyri islamiskum átrúnaði og mentan.

Eg vil vera púra greiður um hetta: Vit skulu ikki gera somu mistøk í Føroyum. Vit skulu ikki hava moskur í Føroyum.
Moskur verða brúktar til høvuðsmiðstøð fyri radikalum muslimskum hugsunarhátti.
Hví skulu Føroyar loyva hesum!!!

Danmark grætur, um sína støðu í dag, tey hava ikki megnað uppgávuna at verja sítt land.

Ábyrgdarfullur politikkur snýr seg um, at taka tílíkar týdningamklar avgerðir, áðrenn skaðin hendur.

Okkara skylda er, at okkara børn og barnabørn, kunnu vaksa upp í einum tryggum kristnum samfelag.

Eg stilli upp fyri Miðflokkin og um hesi áhugamál eisini eru týdningarmikil fyri teg, kanst tú trygt seta x á tín atkvøðuseðil fyri mær.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder