Vinna

Bjarni: Tíverri kann eg ikki rósa EU hvussu teir hava behandla okkum

T.D mistu vit okkara rættindi í Eysturgrønlandi vegna onga avtalu við EU í 2020  , hetta hóast vit høvdu fiska rækjur har samanhangandi síðan 1979 (burtursæ frá tá eisini EU boykhottaði okkum i 2014 og 15)

2024-03-14 10:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eysturgrønland var okkara álit í rækjuvinnuni, hóast fleiri rak ár har sóðu vit at veiðan tók seg orduliga upp i 2018 og í fjør og í ár er rokveiða har, so tað er óalmindiliga harmuligt at sýggja at vit fáa NULL kg av rækjum, alt mist yvir ein kamb.

Vit fingu tó lova "erstatning" í makrelkvotu afturfyri at hava mist okkara eginkvotu i Eysturgrønlandi, men hetta var bert føgur orð, fingu onki.

Fyrst  mistu vit  rækjukvotuna á Grand Bank og F Capp og síðan Eysturgrønland og kvotan i Russiskum økið hekk ella hongur í einum klønum tráð.

So eg vil pástanda at onki Føroyskt reiðarí hevur verið fyri so stórum niðurskurði sum vit hesi seinastu árini.

Bjarni Petersen
Arctic Viking

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder